Fótbóltur

Føroyar vunnu púra greitt á Gibraltar

Tað var eingin ivi á Tórsvølli, har heimaliðið fekk nøkur vøkur mál: Eyðvør Klakstein, Jensa Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Ásla Johannesen skoraðu í 5-0 sigrinum, og Føroyar hava níggju stig fyri fýra dystir.

Eyðvør Klakstein setti gongd á málveitsluna á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Eyðvør Klakstein setti gongd á málveitsluna á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2025-04-08 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heidi Sevdal rakti stongina í 1. minutti, og hetta var eitt tekin um, hvat fyri dystur tað fór at verða á Tórsvølli. Føroyar vóru fullkomiliga omaná á øllum økjum, og tað var bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða.

Í 20, minutti fór Jensa Tórolvsdóttir til stroks í vinstru, sneiddi tveir spælarar hjá Gibraltar av og sendi bóltin longur inn í brotsteigin. Hann endaði hjá Eyðvør Klakstein, sum kaldliga setti bóltin í netið til 1-0.

Sjey minuttir seinni skoraði Jensa sjálv. Hetta var eitt hart og gott skot av brotsteigarmarkinum, eftir at Føroyar høvdu vunnið bóltin høgt, og at Ásla Johannesen hegnisliga hevði funnið lívliga Víkinga-spælaran.

[object Object]
Ásla Johannesen spældi heilt væl. Liðskiparin skoraði tvey mál og legði upp til eitt (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Petra Hoydal kom inn í álopið (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Fleiri myndir frá stórsigrinum á Tórsvølli

Føroyar høvdu støðurnar til at skora fleiri mál fyri steðgin, meðan Gibraltar ikki slapp til nakrar møguleikar.  Soleiðis var eisini í 2. hálvleiki, har føroyska liðið staðfesti stóra munin.

Í 58. minutti økti Heidi Sevdal til 3-0 við fluktara - og hennara 31. landsliðsmáli. 

Ungir spælarar sum Jancy Mohr, Fridrikka Clementsen, Petra Hoydal og Rakul Sørensen fingu góðar minuttir í 2. hálvleiki, og til tíðir var føroyska spælið heilt flott.

Ímóti endanum fekk Ásla Johannesen tvey uppiborin mál: Landsliðsliðskiparin hevur slóðað fyri við sínari yrkisleið og spældi aftur ein heilt góðan dyst í dag. Málið til 4-0 var frálíkt, har Ásla høgdi bóltin upp í longra málhornið.

5-0, triði sigurin av fýra møguligum í Nations League-kappingini og fimti kappingarsigurin í seks teimum seinastu slíku dystunum hjá Føroyum. Kvinnurnar hava tveir dystir eftir í kappingini - teir verða spældir í juni: Slovakia (heima) og Moldova (úti).

[object Object]

[object Object]
Fagnaður og autografskriving eftir dystin (Myndir: Sverri Egholm)

UEFA Nations League Deild C, bólkur 1
4. av seks umførum - týsdagin 8. apríl á Tórsvølli
Føroyar - Gibraltar 5-0 (2-0)
20' Eyðvør Klakstein (Jensa Tórolvsdóttir) 1-0
27' Jensa Tórolvsdóttir (Ásla Johannesen) 2-0
58' Heidi Sevdal 3-0
88' Ásla Johannesen 4-0
90 (+3)' Ásla Johannesen 5-0

Føroyar (4-2-3-1): Óluva Allansdóttir Joensen - Julia Naomi Mortensen (46' Jancy Mohr), Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen - Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein - Sara Samson Lamhauge (46' Fridrikka Maria Clementsen), Ásla Johannenen, L, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir - Heidi Sevdal

Hesar komu inn í 2. hálvleiki: Rakul Sørensen og Petra Hoydal (63') umframt Rúna Jacobsen (82')

Sí meira um dystin her

Støðan: 
1. Slovakia 12 stig
2. Føroyar 9 stig
3. Moldova 3 stig
4. Gibraltar 0 stig

Dagført 20.02 - Meira av Tórsvølli seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder