Hondbóltur

Føroyingafeløg skulu hittast í íslendskari hálvfinalu

Bjarni í Selvindi varð toppskjútti, tá Valur í gjár sendi Jóhannes Bjørgvin og Stjarnuna út. Bjarni, Allan Norðberg og hinir skulu spæla móti Halli Arason og Sveini Olafsson í hálvfinalunum.

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fara nú eftir finaluplássi við Vali (Mynd: Agnar Prestá)

Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg fara nú eftir finaluplássi við Vali (Mynd: Agnar Prestá)

2025-04-09 09:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fjórðingsfinalurnar hjá monnum í Íslandi eru nú avgjørdar. Í øllum uppgerðunum varð tað avgreitt eftir tveir dystir, og favorittarnir vunnu.

Ein av hesum var Afturelding, sum endaði trý pláss og átta stig frammanfyri ÍBV. Leygardagin vann liðið hjá Halli Arason og Sveini Olafsson við tveimum málum í Mosfellsbær, og aftur í gjár sigraði Afturelding við tveimum, tá liðini hittust á Heimaey á Vestmannaoyggjunum. 

Hallur skoraði eitt mál í dystinum og fekk eisini eina útvísing. Sveinur spælir so at siga bert í verjustøðum hjá Afturelding, sum í hálvfinalunum í íslendsku landskappingini skal spæla móti Vali.

[object Object]
Kvívíkingurin og hoyvíkingurin skulu í næstu viku spæla móti einum strandingini og einum skálamanni (Savnsmynd: Sverri Egholm) 

Valur var á vitjan í Garðabær, og heldur ikki hesaferð fingu Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan gjørt nakað við Val.

Liðið úr høvuðsstaðnum vann 32-28, og tað var ein skálamaður, sum gjørdist toppskjútti í seinnu fjórðingsfinaluni. Bjarni í Selvindi skoraði seks ferðir í sigrinum. Strandingurin Allan Norðberg skoraði tvær ferðir.

Harvið er kappingarárið hjá Stjarnuni, sum var í steypafinaluni, av.

[object Object]Jóhannes Bjørgvin skifti síðsta summar til Stjarnuna og íslendska hondbólt. Vongurin skoraði eitt mál í gjár (Mynd: Harald Bjørgvin)

[object Object]
Bjarni í Selvindi kann gera mun í álopsspælinum hjá Vali í avgerandi dystunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í hálvfinalunum í Íslandi eru tað fyrst upp í fimm sigrar. Fyrsta hálvfinalan í røðini millum føroyingafeløgini Val og Afturelding verður næsta hósdagin, 17. apríl.

FH og Fram hittast í hinari hálvfinalurøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder