Astana, Kasakstan (Portalurin): Býurin hevur havt nógv ymisk nøvn - í nýggjari tíð Aqmola og Nur-Sultan. Ímillum har og nú eitur næststørsti býurin í landafrøðiliga risastóra Kasakstan tó Astana, sum á kasakiskum merkir høvuðsstaður.
Hetta hevur Astana verið síðani síðst alt í 1997. Almaty er annars ein størri býur, men mett varð millum annað at Astana liggur betri á ymsan hátt. Og millum teir umleið 1,7 millión íbúgvarnir í býnum í Miðasia, eru umleið 40 føroyingar.
![]()
Á Nursultan Nazarbayev-flogvøllinum seint leygarkvøldið. Frá mars 2019 til september 2022 hevði býurin navnið Nur-Sultan eftir fráfarandi fyrsta forseta landsins; nú (Mynd: Sverri Egholm)
Frá leygarkvøldinum:
Føroyingar loksins lendir í Astana
Flogradio: Sjavs, seriøsur lesnaður, sjónvarpsrøðir og røvarasøgur
23 teirra eru fótbóltsspælarar, sum skulu fyrireika seg til fjórða landsdystin innan ellivu dagar. Fleiri hava spælt í øllum trimum, har Føroyar hava fingið trý stig eftir tríggjar ferðir 1-1.
Adrian Justinussen og Andrias Edmundsson eru ikki við; ávikavist vegna flogræðslu og leikbann.
Í gjár var styrkivenjing og nakað av spa-virksemi á vakra gistingarhúsinum, har tað snúði seg at fáa nógvu ferðingina leygardagin úr kroppinum.
Hoyr eisini:
Arnbjørn Svensson: Sjálvandi segði eg beinanvegin ja til at koma við til Asia
Í kvøld, kasakiska tíð, verður venjing á leikvøllinum, har dysturin verður spældur í morgin.
Talan er um Astana Arena, sum tekur eini 30.000 áskoðarar. Kasakstan tapti 2-1 fyri Moldova har fríggjakvøldið. Nú, níggju dagar eftir at Føroyar og Kasakstan spældu 1-1 á Tórsvølli, gera liðini seg til reiðar at spæla aftur - eini 4,622 kilometrar frá føroyska høvuðsstaðnum.
Klokkan 11 verður landsliðsradio úr Astana at hoyra á FM1
Meira tilfar seinni í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald