Annað

Føroyingar vunnu fleiri heiðursmerki í Køge

Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið kappast á Køge Open.

Mynd: Svimjing.com

Mynd: Svimjing.com

2018-11-26 10:18 Author image
Ari av Rana

Føroyskir svimjarar hava um vikuskiftið kappast á Køge Open í Danmark. Tá seinastu kappingarnar vóru avgreiddar sunnudagin, høvdu føroysku svimjararnir vunnið 6 gull, 5 silvur og 8 bronsuheiðursmerki.

Heiðursmerkini hjá føroysku svimjarunum vóru býtt soleiðis:

Gull:

Kristina Skála úr Havnar Svimjifelag vann gull í 200 metrar rygg, 200 m blandað, 100 m rygg og 100 m firvald, í aldursbólkinum 13-14 ár.

Líggjas Joensen úr Reysta vann gull í 25 m rygg í bólkinum 11 ár og yngri.

Elisabeth Erlendsdóttir úr HS vann gull í 100 m blandað í aldursbólkinum 13-14 ár.

Silvur:

Malan Jóhansdóttir úr Ægir vann silvur í 200 metrar firvald í aldursbólkinum 15 ár og eldri.

Líggjas Joensen úr Reysta vann silvur í 25 m frí í aldursbólkinum 11 ár og yngri.

Elisabeth Erlendsdóttir úr HS vann silvur í 100 metrar rygg í aldursbólkinum 13-14 ár.

Jógvan í Skála úr HS vann silvur í 25 m bringu í aldursbólkinum 11 ár og yngri.

Jonna Joensen úr Ægir vann silvur í 50 m frí í aldursbólkinum 13-14 ár.

Bronsa:

Niklas Jógvan Arge úr HS vann bronsu í 50 m bringu og 200 m bringu í aldursbólkinum 14-15 ár.

Jonna Joensen úr Ægir vann bronsu í 200 metrar frí og 200 m firvald í aldursbólkinum 13-14 ár.

Jógvan í Skála vann bronsu í 25 m frí í aldursbólkinum 11 ár og yngri.

Líggjas Joensen úr Reysta vann bronsu í 25 m bringu í aldursbólkinum 11 ár og yngri.

Heini M. Askham úr Ægir vann bronsu í 25 m frí og 25 m bringu í aldursbólkinum 12-13 ár.

Kelda: Svimjing.com