Fótbóltur

Føroyingarnir sleikja sárini eftir vónbrotið í Aserbadjan

Nú gongur leiðin til Malta.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-11-18 06:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska liðið hevði ein ræðuligan fyrra hálvleik á Baku Olympic leikvøllinum í gjárkvøldið. Føroyingar vístu betri taktir í 2. hálvleiki, men taptu uppiborið 2-0. Føroyar hava nú tapt 0-5 samanlagt fyri Aserbadjan.

Føroysku leikararnir vóru sum vera man vónbrotnir og tóku í egnan barm eftir dystin. Teir vita, at rað skal betrast munandi á Malta, har tað snýr seg um at finna nøkur ting fram og koma aftur á talvuna.

Føroyska ferðalagið fer úr Aserbadjan um eina løtu. Flogtúrurin til Malta tekur fimm tímar. Føroyingarnir fara "aftur í tíð" - Malta er tríggjar tímar aftanfyri aserbadjanska tíð og ein tíma frammanfyri føroyska.

Føroyska liðið hevur venjing seinnapartin. Á Malta eru áleið 180 føroyingar, ið koma at seta sín dám á.

Sí video:
Jákup L. Thomsen: - Ein undarlig kensla

Hallur Hansson: - Hetta pissar meg av

Brandur Hendriksson: - Fyrri hálvleikur var totalt óacceptabul

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder