Kappróður

Føroysk kappróðrarstevna í Ishøj um vikuskiftið

Leygardagin bjóðar Neystið í Ishøj øllum føroyingum á føroyska stevnu við heitinum Atlantic Airways Ishøj Regatta 2022. Eitt nú verður róð kapp í seksmannaførum og dansur við harmonikumonnum.

2022-06-08 18:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardag bjóðar Neystið í Ishøj øllum føroyingum á ókeypis føroyska stevnu. Atlantic Airways Ishøj Regatta 2022.

Stevnan byrjar úti á Tanganum við setanarrøðu, kappróðri í føroyskum seksmannaførum og sølu av ymiskum føroyskum mati, donskum grillpylsum, heimabakaðum køkum og ymsum flótandi afturvið. Frásøgumaður til kappróðurin er Heini Davidsen.

Eftir kappróðurin, umleið klokkan 18 verður steyp- og medaljuhandan uppi í snotiligu felagshúsunum í Ishøj havn, har stór og vøkur terrasa er um húsið.

Rungandi felagssangur verður og seinni eisini dansur við føroysku Harmonikumonnunum. Heilu tíggju í tali. Stór grýta við Chili con carne er á skránni. Eisini er skerpikjøt, rullipylsa og heimskenda kjøtpylsan frá Otto Reinert umframt lutaseðlar við góðum vinningum t.d. gávukorti til Atlantic Airways, føroyskum laksi og skerpikjøti.

Róðrarfelagið Neystið varð stovnað fyri 35 árum síðani av slóbrótarnum Ólavi á Heygum, sála. Neystið eigur ovmikið av føroyskum fløggum og at Ishøj kommuna kemur at seta flaggstengur upp við kappróðrarøkið. Setanarrøðan við Edmundi S. Jacobsen byrjar kl. 15 úti á Tanganum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder