Fótbóltur

Føroysk leiðsla eftir lívligan 1. hálvleik

Føroyar eru á odda 2-1 móti Malta, nú liðini eru farin at hvíla seg..

2018-09-07 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta korterið kom veruligt lív í á Tórsvølli, og nú hálvleikur er, hava mongu áskoðarnir sæð trý mál.

Føroyingar vóru meira á bóltinum frá byrjan, men vóru heldur óneyvir í alveringum og sløsaðu fleiri ferðir bóltin burtur. Hetta gav maltesum nakrar møguleikar at revsa føroyska liðið, og eftir eitt korter var gamli málrevurin, Micheal Mifsud, nær við tá hann varð sendur avstað, men Gunnar Nielsen kom væl úr og bjargaði.

Føroyar svaraðu beinavegin aftur uppá eina frálíka umstilling, har Gunnar Vatnhamar legði eitt sera gott innlegg í pannuna á Jóan Símuni Edmundsson. Stútarin fór tó mitt á málverjan. Løtu seinni vann Hallur Hansson føroyingunum eitt fríspark í góðari støðu. Brandur Hendriksson Olsen tók sær av tí, og skotið var gott, men maltesiski málverjin vardi væl fyri.

Sum hálvleikurin leið fingu føroyingarnir meira ró á bóltin, og eftir hálvan tíma fingu vit eina gávu. Hallur Hansson pressaði vinstra vongbakkin hjá Malta væl, hann royndi at spæla aftur til málverjan, men alveringin var vágin og ov stutt, og so takkaði Jóan Símun Edmundsson fyri. Formsterki toftamaðurin var tryggur og so var 1-0 til Føroyar.

Malta royndi at svara aftur, men ístaðin økti Føroyar við einum frálíkum málið. Tolið og gott uppspæl, góð detalja av arbeiðssama René Shaki Joensen, ið fann Brand, ið við frálíkari alvering í dýpdina fann René aftur. Komin inn í brotsteigin gjørdi havnarmaðurin eina frálíka skotfintu, og við vinstrabeininum setti hann bóltin sera flott í málið; fyrsta landsliðsmál hjá René og 2-0.

Um Tórsvøllur hevði kókað áðrenn, so var tað einki aftur ímóit nú, og føroyingar søktu at eftir málið nummar 3. Men best sum alt sá so perfekt út minkaði Malta um munin. Góður bóltur afturum verjuna, har Mifsud tók bóltin væl niður og smekkaði hann í føroyska málið.

Harvið er alt púra opið undan 2. hálvleiki. Meira eftir dystin.

Føroyar – Malta 2-1 (hálvleikur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder