
Meðan nógvir føroyingar hava hildið ólavsøku til langt út á náttina, hava fýra av fremstu svimjarum føroyinga stríðst í HM-hylinum í Singapore.
Bjarta í Lágabø og Isak D. Brisenfeldt kappaðust í einstaklingasvimjing - í ávikavist 50 metrar rygg og 200 blandað. Tey vóru nakað frá teirra bestu tíðum í hesum greinum.
Bjarta og Isak kunnu tó, saman við Líggjasi Joensen og Leu Osbherg Højsted vera vælnøgd við avrikið í stafett-svimjingini.
- Mix-liðið hjá okkum at svimja seg til úrslitið 4:12.80 og eina plasering sum nummar 29 av 38 í 4×100 blandað í HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL.
Hetta skrivar Svimjisamband Føroya á heimasíðu sínari.
- Vit fara at royna at betra bestu tíðirnar. Eisini fara vit at royna eftir topp-32 plássum, hetta fyri at staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.
Soleiðis segði Rúni Gaardbo, venjari hjá føroyska HM-hópinum, við Portalin undan HM.
Heilt tíðliga ólavsøkudag svumu Isak Brisenfeldt og Líggjas Joensen seg til ávikavist 24. pláss og 32. pláss í sínum greinum í einstaklingakapping.
Sí eisini: HM: Líggjas og Isak svumu kravtíðina
Tíðliga 2. august - náttina til leygardagin - svimur Lea Osberg bringu 50 bringu, Líggjas Joensen 1500 frí, umframt at liðið svimur 4×100 frí. Hetta vera seinastu kappingarnar við føroyingum á hesari HM-stevnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald