
Tey fóru beinleiðis av oyggjaleikunum, har nógv metal og góðar tíðir komu í hús - millum annað vann Líggjas Joensen trý gullheiðursmerki.
Líggjas er ein av fýra spennandi ungum føroyskum svimjarum, sum skulu stríðast í HM-hylinum í Singapore næstu dagarnar.
Føroyski HM-hópurin:
Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) – 50 og 100 rygg
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) – 50 og 100 bringu
Líggjas Joensen (2008, Ægir) – 800 og 1500 frí
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) – 200 firvald og 200 blandað
Føroyar (stafettir): 4×100 frí og 4×100 blandað
Barbara Debes er við sum ferðaleiðari. Rúni Gaardbo er venjari
Rúni greiðir Portalinum frá, at síðani hópurin kom til Singapore sunnukvøldið í síðsu viku, svimjararnir vant hvønn dag 1-2 ferðir í venjingahylinum. Í gjár lat sjálvur kappingarhylurin, og har fyrireikaði liðið seg í gjár, og ger tað aftur í dag.
HM-hópurin, við toymi, við kappingarhylin: Barbara Debes (liðleiðari), Isak Brisenfeldt, Bjarta í Lágabø, Lea Osberg Højsted, Líggjas Joensen og Rúni Gaardbo, venjari
Tíggju føroyskar kappingar - fara eftir topp-32 og at betra tíðir
Teir fýra føroyingarnir skulu svimja í samanlagt tíggju kappingum í landsynningspartinum av Asia: Tveimum einstaklingakappingum hvør, umframt tveimum stafettum - yvirlit sæst niðast.
Vit spurdu Rúna Gaardbo, hvat svimjararnir stremba eftir næstu dagarnar í Singapore:
- Vit fara at royna at betra bestu tíðirnar. Eisini fara vit at royna eftir topp-32 plássum, hetta fyri at staðfesta stig 2 í úrvalsætlanini hjá ÍSF.
Kappingin byrjar í dag, tó uttan nakran føroying. Í morgin, ólavsøkuaftan, skulu Bjarta og Lea í hylin, meðan Líggjas og Isak skulu svimja ólavsøkudag:
Kappingarskráin til HM:
Sunudagin 27. juli – eingin føroysk luttøka
Mánadagin 28. juli – Bjarta 100 rygg, Lea 100 bringu
Týsdagin 29. juli – Líggjas 800 frí, Isak 200 firvald
Mikudagin 30. juli – Bjarta 50 rygg, Isak 200 blandað, liðið 4×100 blandað
Hósdagin 31. juli – eingin føroysk luttøka
Fríggjadagin 1. august – eingin føroysk luttøka
Leygardagin 2. august – Lea 50 bringu, Líggjas 1500 frí, liðið 4×100 frí
Sunnudagin 3. august – eingin føroysk luttøka
Tilsamans kappast 1.027 svimjarar hesar dagarnar.
Singapore er sjey tímar frammanfyri Føroyar. Byrjað verður klokkan trý um náttina føroyska tíð hvønn dag - klokkan tíggju lokala tíð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald