
Pristina, Kosovo (Portalurin) - Um sjey tímar byrjar dysturin á Fadil Vokrri leikvøllinum í Pristina. Lagt er upp til ein spennandi dyst her í Kosovo við serstøkum stemningi.
Tað hevur verið ivasamt, um Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fóru at gera nakrar broytingar í byrjanaruppstillingini í mun til fyrsta Nations League dystin, ið Føroyar vunnu 3-1 móti Malta á Tórsvølli fríggjakvøldið.
Nú liðið er kunngjørt, er greitt, at ein heldur yvirraskandi broyting er á føroyska liðnum. Kaj Leo í Bartalsstovu úr ÍBV avloysir fyrrverandi liðfelagan í Víkingi, Sølva Vatnhamar. Kaj Leo hevur gjørt tað gott í Íslandi seinastu tíðina, og Sølvi hevur darvast við skaða, so talan er tó ikki nakra bumbu, ið er slept.
Annars er eingin broyting á føroyska liðnum, ið sær soleiðis út:
Gunnar Nielsen – Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen (L), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Kaj Leo í Bartalsstovu, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson Sørensen – Brandur Hendriksson Olsen - Jóan Símun Edmundsson
Kaj Leo kemur harvið inn á høgru síðu á miðvøllinum.
Á bonkinum sita: Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Odmar Færø, Jógvan Rói Davidsen, Alex Mellemgaard, Magnus Egilsson, Sølvi Vatnhmar, Tróndur Jensen, Rógvi Baldvinsson, Finnur Justinussen og Klæmint A. Olsen.
Dysturin byrjar klokkan 19:45.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald