Pauli Jacobsen, sum hetta kappingarárið hevur spælt við H71, hevur í dag skrivað undir yrkissáttmála við franska felagið, JS Cherbourg Manche, sum spælir í næstfremstu fronsku deildini.
19 ára gamli málverjin hevur verið darvaður av skaða, og kom hetta kappingarárið til H71 eftir at hava verið á hondbóltsskúla í Skanderborg. Hann fekk tá eisini nakrar dystir í fremstu donsku deildini.
Í H71 hevur hann gjørt tað gott, og í landsdystunum í januar má sigast, at ungi hoyvíkingum vísti sítt virði.
Sáttmálin er galdandi fyri kappingarárið 2022-2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald