Tórshavn Boksing sendir næsta vikuskiftið fimm nevaleikarar til boksistevnu í Danmark, har fýra av teimum skulu hava sín fyrsta veruliga dyst.
Talan er um eina boksistevnu í Frederikssund 4. til 6. mars. Ungu føroysku luttakararnir eru tey, sum skulu umboða Tórshavn Boksing á sælendsku meistarakappingunum fyri byrjarar í apríl og donsku meistarakappingum fyri byrjarar mai.
Stevnan í Frederikssund er ein kapping, sum lokala boksifelagið AK Falken setti í verk fyri at geva dystir til nýggjar boksarar. Tað at føroyskir boksarar kunnu vera við her, ger tað eisini møguligt hjá teimum at luttaka í byrjarameistarakappingunum í apríl og mai.
Ein av føroysku boksarunum skal royna seg í einum ringi á øðrum sinni nakrantíð. Tað er David Kunoy, ið skal møta einum boksara frá Gilleleje, einum felag, ið er kent fyri at ala sterkar nevaleikarar.
- Men David er ein sterkur boksari, og vit venjarar hava trúgv upp á, at David kann vinna her, sigur Martin Meng, ein av venjarunum hjá Tórshavn Boksing.
Sigurbjørn Joensen hevur boksað nakrar sokallaðar diplomdystir, og skal nú rættiliga í dyst. Føroyingarnir hava góðar vónir til Sigurbjørn, sum skal møta einum boksara frá Nykøbing Sjælland.
Teitur Annand skal møta einum frá Herlev Boxing. Hetta verður hørð mótstøða, sum krevur hart arbeiði í øllum umførinum, um Teitur skal vinna, heldur Martin Meng.
Nóa Jacobsen er yngsti boksari í ferðalagnum. Hann hevur boksað fleiri diplomdystir, og er longu eitt kent navn í Danmark. Men nú snýr tað seg um hansara fyrsta veruliga dyst, og Nóa skal møta einum boksara frá vertsfelagnum AK Falken.
- Vit eru øll spent til henda dystin. Nóa er tekniskt sera góður, eitt natúrtalent, so um hann finnur fram boksingina, sum hann fyrr hevur víst, so eru góðir møguleikar fyri føroyskum sigri her, sigur Martin Meng.
Síðsti nevaleikari í føroyska ferðalagnum, er einasti góðkendi kvinnuligi kampboksari í felagnum, Jenný Petersen.
Hon skal royna seg móti einum boksara úr Roskilde. Jenný hevur boksað í tvey ár nú, og ætlanin var at hon skuldi koma rættiliga í gongd við dystir í fjør, men varð støðgað av einum skaða í skøvninginum, sum hevur tikið tað mesta av einum hálvum ári at lekjast.
- Jenný er ein ógvuliga sterkur gentuboksari, sum sparrar við dreingjunum í felagnum, sum ikki spara seg tí hon er genta. Gentan, sum Jenný skal boksa ímóti, skal veruliga boksa sítt besta fyri at klára seg móti okkara. Vit eru rættiliga sannførd um, at Jenný fer at avgera dystin áðrenn tíðin er farin. Hon slær so hart sum hestur sparkar, og vit ivast ikki í at hon verður at finnast millum tey fremstu innan fyri eitt ella tvey ár, sigur Martin Meng.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald