Føroysku rógvararnir kappaðust í gjár á 500 metrum í HM í inniróðri. Úrslitini tala fyri seg, og føroysku rógvararnir hava enn einaferð prógvað, at teir eru millum heimsins bestu.
Byrjað var kl 12, og longu tá fingu vit tveir heimsmeistarar og eitt flott 3. pláss.
Vár G. Hansen og Sára Maria Johansen róðu í bólkinum 21-22 og Vár legði hart út og vann bólkin sannførandi. Sára Maria róði seg til eitt flott 3. pláss og setti somuleiðis persónligt met.
Zoe E. Dickson róði í bólkinum 21-22 lættvekt. Zoe róði ein sannførandi róður og gjørdist heimsmeistari.
Mattias Durhuus róði í bólkinum 17-18 ár, og aftur her fingu Føroyar ein heimsmeistara. Mattias setti somuleiðis persónligt met.
Sarita Kristina Hansen og Elsa Magnussen róðu í lættvekstbólkinum 23-39 ár. Í harðari kapping megnaði Sarita eitt flott 2. pláss. Elsa róði fyri fyrstu ferð í lættvektsbólkinum og bleiv nr. 5.
Tíðirnar hjá Føroysku rógvarunum eru niðanfyri:
Vár G. Hansen 1:32.0
Sára Maria Johansen 1:34.1
Zoe E. Dickson 1:40.7
Mattias Durhuus 1:18.8
Sarita Kristina Hansen 1:38.6
Elsa Magnussen 1:41.1
Í dag verður kappast á 2000 metrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald