Fótbóltur

Føroyskir Liverpool fjepparar fáa nógv fyri pengarnar um dagarnar

Umframt at síggja liðið vinna í Champions League, hava summir fjepparar møtt Liverpool leikarum úti á gøtuni.

Barbara Brandsdóttir Nólsoy og Alisson Becker, málverji hjá Liverpool

Barbara Brandsdóttir Nólsoy og Alisson Becker, málverji hjá Liverpool

2018-12-14 17:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eitt stórt føroyskt ferðalið fór mánadagin úr Føroyum til Liverpool, har tey fyrst sóu Liverpool vinna 1-0 á Napoli týskvøldið, og harvið vinna sær víðari luttøku í Champions League, og sunnudagin fara tey at hyggja eftir størsta dystinum í Onglandi, tá Manchester United kemur á vitjan í Liverpool.

Men umframt fótbóltsdystirnar hava føroysku fjeppararnir fingið annað gott burturúr ferðini. Á ferð úti á gøtuni møttu tvær ungar kvinnur Liverpool málverjanum Alisson Becker, og aðrir møttu vinstra bakkinum Alberto Moreno.

[object Object]Hallur, Pól og Sigtór Andreassen saman við Alberto Moreno, vinstri bakkur hjá Liverpool

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder