2019-07-01 12:22
Sera dugnaliga U17 landsliðið við dreingjum í hondbólti hevur í dag fram eitt satt bragd við at vinda burtur úr norska U17 landsliðnum í fyrsta dystinum í European Open, sum verður spælt í Göteborg í Svøríki.
Føroyar vunnu dystin við tíggju málum 32-22. Støðan í hálvleikinum var 20-8!
Evnaríka liðið skal spæla ein dyst afturat í dag. Dysturin verður klokkan 17.15 móti Spania.
Føroyar eru í bólki C saman við Spania, Noregi, Georgia, Ísrael og Estlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald