Fótbóltur

Føroysku feløgini skulu í evropeiska eldin í august

Hesaferð veðrur bert ein dystur leiktur, so tað snýr seg um at vera heppin í lutakastinum.

KÍ sló í fjør FK Riterai úr Litava út úr fyrsta umfari í Europa League. Sum føroyameistari skal KÍ fyrst spæla í Champions League í august (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ sló í fjør FK Riterai úr Litava út úr fyrsta umfari í Europa League. Sum føroyameistari skal KÍ fyrst spæla í Champions League í august (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-17 19:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalnenvndin í UEFA hevur í dag havt videofund og hevur tikið avgerð um, hvussu kalendarin skal síggja út restina árinum, hvat kappingar sum Champions League, Europa League og eisini landsliðsfótbólti viðvíkur. 

Í landliðsfótbólti vóru ongar broytingar viðvíkjandi Nations League - Føroyar og hini londini spæla tveur dystir í kappingini í september, tveir í oktober og tveir í november. Umframt hetta verður ein venjingardyst í oktober og ein í november. Óvist er, júst hvørjum Føroyar fara at spæla ímóti. Playoff-dystirnir til EM-endapspælið verða leiktir 7/8. oktober og 11/12. november. Tað er endaliga váttað, at teir tólv ætlaðu vertsbýirinir eru til reiðar til EM í 2021.

Á heimavølli ella útivølli

Hevði tað verið sum vant, høvdu føroysku liðini skula roynt seg í evropeisku kappingunum síðst í hesum mánaðinum og í juli. Hetta verður í august. Greitt er, at 1. umfar í undankappigini í Champions League, har KÍ verður við, skal leikast 18. august. Talan verður bert um ein dyst og ikki heimadyst og útidyst sum vanligt er. Sama er galdandi í Europa Leauge, ið fer í gongd 20. august. Har luttaka B36, HB og NSÍ, umboðandi Føroyar. 

[object Object]
B36 og HB skulu spæla í Europa League um tveir mánaðir (Mynd: Sverri Egholm)

Greitt varð eisini at núverandi kappingarnar verða leiktar lidnar júst í august. Í Champions League og í Europa League verður tað skipað á tann hátt, at bert ein dystur verður leiktir í umførunum ið eru eftir, at teir verða leiktir við nøkrum daga  millumbili, og at eitt land verður vertur: Portugal (Lissabon) fyri avgerandi dystunum í Champions League og Týskland fyri teimum í Europa League (har verður finalan leikt í Köln)  

Sí alt skrivið frá UEFA her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder