Annað

Føroyskur flogbóltur við í EuroVolley undankappingum

Harvið skulu A-landsliðini royna seg móti nøkrum av teimum stóru - fyrstu ferð verður í august. Hetta er liður í menningarætlanini hjá Flogbóltssambandinum, sum skal vera við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti pg geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft.

Her sæst Thorvald Danielsen í landsdysti - skjótt verða avbjóðingarnar fleiri og nógv størri hjá landsliðunum (Mynd: Sverri Egholm)

Her sæst Thorvald Danielsen í landsdysti - skjótt verða avbjóðingarnar fleiri og nógv størri hjá landsliðunum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-17 16:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir drúgva viðgerð hevur nevndin í Flogbóltssambandi Føroya gjørt av, at A-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu luttaka í stóru EuroVolley kvalifikatiónskappingunum hjá CEV.

Við hesum stigi byrja føroysku landsliðini at luttaka í somu kappingum, sum hinar stóru flogbóltstjóðirnar í Evropa, so sum Pólland, Italia og Serbia.

Hesum boðar Flogbóltssamband Føroya frá í tíðindaskrivi. Lagt verður frá landi í august 2022:

- Innleiðandi kvalifikatiónsbólkaspælið er í august, og tá skulu bæði kvinnur og menn leika tríggjar útidystir og tríggjar heimadystir. Sostatt verður á fyrsta sinni møguleiki at síggja føroyska A-landsliðini leika heimadystir móti nøkrum av bestu liðunum í Evropa. Endaligu bólkarnir verða avgjørdir seinni.

Hendan avgerðin er ein umráðandi liður í einari menningarætlan hjá Flogbóltssambandinum. Tað kostar nógv, men tað er umráðandi at geva leikarum nýggjar avbjóðingar:

- Avgerðin at lata føroysku liðini luttaka á hægsta stigi er eitt kostnaðarmikið sats, men er liður í eini 3-5 ára menningarætlan fyri flogbóltin, sum skal vera við til at hækka stigið á føroyskum flogbólti og geva okkara bestu leikarum nakrar avbjóðingar, sum teir ikki áður hava haft.

Hetta skal so eisini hava við sær, at áhugin millum børnini at leika flogbólt økist, soleiðis at tilgongdin til feløgini gerst betri. Sum lið í langtíðarætlanini eru landsliðsvenjararnir fyri A-landsliðini og fyri U-landsliðini eisini nú langtíðarsettir fyri á tann hátt at tryggja eina áhaldandi menning av leikarum, boðar Flogbóltssambandið frá.

Í løtuni eru U18-landsliðið við dreingjum og U17-landsliðið við gentum til CEV Volleyball European Championship í Køge. Danmark, Finnland, Ísland og Noreg eru mótstøðuliðini í báðum kappingunum. Gongd varð sett á kappingarnar fyrr í dag, og bæði liðini spæla aftur í kvøld. Til ber at stroyma her. Dystarskráin er her - alt er føroyskar tíðir: 

U18 dreingir:

17/12/2021 kl. 11:00 Noreg-Føroyar
17/12/2021 kl. 17:00 Føroyar-Ísland
18/12/2021 kl. 11:00 Føroyar-Finnland
19/12/2021 kl. 09:00 Danmark-Føroyar
19/12/2021 16:00: Bólkafinala nr. 1 - nr. 2

U17 gentur:

Dystarskráin (føroyskar tíðir):
17/12/2021 kl. 12:00 Føroyar-Finnland
17/12/2021 kl. 19:00 Noreg-Føroyar
18/12/2021 kl. 15:00 Føroyar-Danmark
19/12/2021 kl. 11:00 Ísland-Føroyar
19/12/2021 kl. 16:00 Bólkafinala nr. 1 - nr. 2




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder