Føroyskur fótbóltur er í støðugari menning, og hetta setir alsamt størri og hægri krøv til millum annað tey, ið eru partur av fyrisitingarligu uppgávunum í feløgunum kring landið. Tað skrivar Fótbóltssamband Føroya, sum í hesum sambandi fer at skipa fyri skeiði innan fótbóltsfyrisiting í næstum.
Endamálið við skeiðnum er at geva samskiparum og øðrum áhugaðum innlit í viðkomandi reglugerðir og mannagongdir í sambandi við virksemið í feløgunum.
Skeiðið verður skipað í trimum pørtum, sum vera á Tórsvølli 23. februar (intro og Comet), 9. mars (dystarfyriskipan, felagsstev, Match fixing, doping og integritetur) og 16. mars (reglugerðir, leiðsluhondbókin og TMS).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald