Leygarkvøldið klokkan 20 sendir Televarpið fótbóltssending á Rás 1. Á skránni verður millum annað kjak, um hvussu nógv lið skulu vera í bestu- og næstbestu mansdeildini. Skulu tey vera átta ella skulu tey vera tíggju?
Gestirnir velja eisini ársins lið, og hugt verður eisini eftir, hvør skoraði flottast málið í 2021.
Hyggjarin sleppur eisini at hjálpa til við at velja ársins mál.
Umframt prát í sjónvarpsstovuni, hevur Televarpið eisini prátað við ymsar venjarar. Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ, fer at greiða frá, at KÍ hevur størri ætlanir enn bara at vinna føroyameistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald