placeholder
Fótbóltur

Fótbóltsskýlið: Evropeiska bragdið hjá NSÍ og 17. umfar í Meistaradeildini

Trygvi Absalonsen tosar við Petur Knudsen, sum framvegis er í Slovenia, og Jóhan Johannesen vitjar rásarúmið. Aðrir koma eisini at greina hinar evropeisku dystirnar í vikuni og hyggja frameftir. Lurta á FM1 klokkan 17.15.

Ovurfegnir NSÍ'arar eftir enn eitt drama í Conference League. Annað umfarið á rað spældu teir seg víðari við sigri á útivølli - hesaferð sá nógv tyngri út, men NSÍ - í hvítum í gjár, framdu tað (Mynd: Høgni Lamhauge/NSÍ)

Ovurfegnir NSÍ'arar eftir enn eitt drama í Conference League. Annað umfarið á rað spældu teir seg víðari við sigri á útivølli - hesaferð sá nógv tyngri út, men NSÍ - í hvítum í gjár, framdu tað (Mynd: Høgni Lamhauge/NSÍ)

2026-07-31 15:15 Author image
Agnar Prestá

HB tapti samanlagt stórt fyri skotska Motherwell, og KÍ fór út úr Champions League eftir mál ímóti í 85. minutti í Litava. Tað varð heldur NSÍ, sum gjørdist stóra og jaliga føroyska søgan í evropeisku kappingunum hesa vikuna.

Aftanfyri 2-0 eftir heimadystin í Klaksvík, fór oddaliðið í Meistaradeildini til Slovenia við 14 útispælarum, harav tveimum 17-ára gomlum og nøkrum, sum hava spælt ógvuliga lítið í ár. Heimaliðið fekk brotsspark eftir 25 mintutir, men Tom Amos helt lív í uppgerðini við tí fyrstu av fýra brotsspørksbjargingunum hetta heita kvøldið.

Mál frá Beiniri Nolsøe, Marius Kryger Lindh og Michal Przybylski vóru nóg mikið at tryggja brotssparkskapping, og nú er NSÍ í 3. umfari í Conference League

Sí eisini: Michal Przybylski: - Vit royna bara at njóta hesar fantastisku upplivingarnar

Søguligi og fantastiska flotti sigurin verður sjálvandi viðgjørdur í Fótbóltsskýlinum, sum Trygvi Absalonsen reikar fyri klokkan 17.15. 

Trygvi tosar við Petur Knudsen gjørgnum telefon úr Slovenia, har NSÍ eina lítla løtu kann njóta søta sigurin, áðrenn nýggjar og stórar avbjóðingar bíða í næstu viku.

Sí eisini: Eftir bragdið í Slovenia: NSÍ skal til Sveis í næstu viku

Jóhan Johannesen, NSÍ'arin og viðmerkjarin sum spentur sá dystin úr Føroym, vitjar. 

Tað gera Áki Johansen og Ronnie Thomasen eisini. Og teir fara allir at hyggja eftir evropeisku vikuni, sum er farin, tí sum kemur, B36-AB og 17. umfari í Meistaradeildini - tí fyrsta fulla umfarinum eftir summarsteðgin.

Sí skránna fyri umfarið, har FM1 sigur frá flestu dystunum, her

Fótbóltsskýlið byrjar klokkan 17.15. Til ber at lurta á fm1.fo ella á vanligu frekvensunum. Sendingin verður eisini løgd út á heimasíðuna og á Portalin aftaná og verður endursend sunnudagin klokkan 14.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder