B36 gjørdi tað í 2022 – í somu kapping og líknandi kapping - men tá var seinni dysturin á heimavølli.
NSÍ vann í kvøld 3-1 eftir longda leiktíð í Slovenia og síðani eftir brotssparkskapping. Tað var Michal Przybylski, sum við seinastu atgerð í longdu leiktíðini tryggaði NSÍ ein eyka møguleika, tá miðvallarin stútaði bóltin í netið hjá Koper.
Les meira um vanligu leiktíðina her
Sí eisini: NSÍ víðari eftir stórt drama
Í brotssparkskappingini gleið Petur Knudsen. Viljormur Davidsen, sum spældi ein branddyst í miðverjuni, hevði upplegg og sum hevur skorað fleiri brotsspørk á landsliðnum, brendi. Men liðið hjá Sigurdur Ragnar vísti aftur stóra sinnisliga styrki: Skoraði trý á rað, Danuel Obbekjær tað seinasta, og svenski málverjin Tom Amos skrivaði seg inn í NSÍ-søguna við bjarging.
![]()
Conference League 2. umfar - seinnu dystirnir hjá føroysku liðunum
Hósdagin 30. juli í Koper
FC Koper - NSÍ 1-3 (0-2 eftir 90 minuttir) - samanlagt 6-7 eftir brotsspørk
35' Beinir Nolsøe 0-1
70' Marius Kryger Lindh 0-2
102' Bassirou Ndiaye, br. 1-2
120 (+2)' Michal Przybylski 1-3
NSÍ hevur nú skrivað eitt stórt kapittul afturat í evropeisku søguna. Fyri tveimum vikum síðani spældi liðið seg víðari fyri fyrsti ferð í umfari við tveimum dystum. Aftur í kvøld avgjørdi NSÍ á útivøllii og hesaferð við vánaligari útgangsstøði:
Aftafyri við tveimum málum eftir fyrra dystin í Føroyum men søtan og flottan útisigur. Og eins og B36 móti Borac Banja Luka á sinni: Alt avgjørt úr ellivu metrum.
Tað er sjálvdan, at føroyskt lið slær eitt lið út úr so mikið sterkari deild sum tí slovensku deildini - og so at gera tað í slíkum umstøðunum: Á tungum og ólsøttum grasi, í nógvum hita, við leikbanni og skaðum til fastar menn og bert fýra útispælarum á bonkinum. Hetta merkti millum annað, at NSÍ fekk skifti minni út enn Koper í langa dystinum.
Eftir meistarligt avrik frá oddaliðnum í Meistaradeildini hækkar stigið aftur til næsta umfar: Lugano úr Sveis er á skránni. Fyrri dysturin stendur til at vera í Sveis um eina viku, hósdagin 6. august, og tann seinni í Føroyum vikuna aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald