Ensku fótbóltsfeløgini í Premier League brúktu 11,4 milliardir krónur at keypa spælarar fyri í flytingarglugganum, sum lat aftur í gjár. Hetta er næststørsta upphædd nakrantíð.
Enski flytingargluggin lat aftur seinnapartin í gjár, og BBC hevur nú gjørt upp allar handlarnar, sum tey 20 feløgini í Premier League hava gjørt í summar.
Til samans eru brúkt 1,41 milliardir pund, tað er umleið 11,4 milliardir danskar krónur.
Hetta er tó ikki líka nógv sum í 2017, tá feløgini brúktu 1,43 milliardir pund, umleið 11,6 milliardir krónur.
Arsenal var felagið, sum brúkti mest. Felagið keypti leikarar fyri 1,25 milliardir krónur – seinasta dagin gluggin var opin keypti Arsenal tveir verjuleikarar, Kieran Tierney úr Celtic og David Luiz úr Chelsea.
Manchester City brúkti næstmest framman fyri Manchester United, uppflytararnar Aston Villa, sum keypti fleiri leikarar, og Everton.
BBC skrivar, at spælarar vórðu keyptir fyri 1,38 milliardir krónur í gjár. Talan var um 17 handlar, sum er lægsta tal á ’deadline day’ síðan 2009.
Tilsamans keyptu Premier League-feløgini 101 spælarar hesaferð, og tað prógvar gongdina um, at færri og færri leikarar skifta feløg um summarið. Í 2014 fluttu 157 leikarar, í 2015 150, 132 í 2016, 124 í 2017 og 109 í 2018.
Dýrasti leikarin var Harry Maguire til Manchester United fyri áleið 650 milliónir krónur. Næstdýrasti leikari var Nicolas Pepe til Arsenal, meðan Manchester City kemur á triðja pláss við Rodri.
Les eisini: Deadline day: Fylg við her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald