Fótbóltur

Fótbóltur undir øðrvísi umstøðum

Hetta umfarið í Betrideildini verður leikt uttan áskoðarar og í "skugganum" av íkomnu støðuni í vikuni.

Víkingur - HB er

Víkingur - HB er "størsti" dysturin í kvøld. HB vann 3-0, tá liðini spældu í 4. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-06 16:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á ein hátt eru vit afturi í byrjanini í mai, tá 1. umfar í Betrideildini hjá monnum varð leikt uttan áskoðarar. 9. mai varð bríkslað í gongd í kuldanum, og eftir at hava bíðað í tveir  eyka mánaðir sluppu tey tíggju liðini endliga at dystast um stig aftur. Fylgt varð við í Noregi, og í Føroyum sótu fólk eisini frammanfyri skermar og hugdi eftir Betrideildini. 

Á ein hátt er stórur munur, tí kvøldið fyri 1. umfari varð staðfest, at Føroyar fyri fyrstu ferð í yvir tveir mánaðir vóru koronafríar. Áskoðarar vóru longu til staðar til 2. umfar, tó undir nakað øðrvísi umstøðum, men seinastu mánaðirnar hevur Betrideildin í stóran mun koyrt sum vant. Tá 14. umfar varð leikt sunnudagin var einasta koronasmitta, ið var staðfest í Føroyum síðani 21. apríl, staðfest hjá russiskum sjómonnum. Nú er smittan aftur í umferð í Føroyum, og FSF avgjørdi  í gjár, at eingir áskoðarar verða til tvey tey komandi umførini, og at allir dystir í øllum deildum, uttan í Betrideildini hjá monnum, fram til 14 august eru útsettir.

Á hægsta stigi skal tó spælast, tó uttan áskoðarar og feløgini hava heitt á fólk um at halda seg burtur. Mest spennandi dysturin á pappírinum er helst hann í Sarpugerði, har oddaliðið vitjar. HB vann greitt, tá liðini hittust seinast og sær sera sterkt út. Hjá Vìkingi snýr tað seg ikki so nógv um stig í mun til at jagstra evropeiskt pláss, tí tann møguleikin er realistiskt farin. Tó snýr tað seg um at vísa nakað. Dysturin hinumegin Varmakeldueið kann eisini gerast áhugaverdur. NSÍ er í einari tungari gongd, er nú átta stig frá HB, og er framvegis uttan Petur Kndusen. Liðið skal reisa seg eftir tvey tap. NSÍ vann 5-0 á ÍF tíðliga í kappingarárinum, men tá vóru fuglfirðingar skerdir, teir hava meira sjálvsálit nú og vilja vísa, at teir kunnu taka stig móti einum av topp-fýra liðunum.

[object Object]
NSÍ koyrdi væl fyrsta partin av kappingarárinum, millum annað við 5-0 sigri á ÍF, men stíður er komin í (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 

Dánjal á Lakjuni: Skal nokk koppa okkara veg
Betuel: Ikki givið upp enn
Samuel Chukwudi: Tað er vinnaramentalitetur

Á Tórsvølli og við Margáir er tað: Avbjóðari hjá HB móti liði sum stríðst fyri at koma burtur frá niðurflytingarstrikuna. B36 og KÍ eru stórfavorittar, hóast EB/Streymur og serliga TB hava hildið seg væl inni í dystum móti ovaru liðunum nakrar ferðir í ár. Hjá TB hevur tað tó mest við Stóra, og EB/Streymur tapti 6-0 í Sarpugerði sunnudagin - KÍ vann 6-0 á Skála. B36 og KÍ síggja gott út fyri tíðina, og tí kann talan gerast um eitt langt kvøld hjá heimaliðunum, ið skora fá mál, í kvøld. 

[object Object]
Árni Frederiksberg, her í dystinum við Stóra í 4. umfari. B36 vann dystin 3-1. Í kvøld situr Árni uttanfyri við leikbanni

Sí eisini: 
Samrøða við Sonna Ragnar Nattestad, ið hevur leikbann í kvøld

Botngysarin á Argjum skuldi verða leiktir í kvøld, men Skála vitjar ístaðin Inni í Vika í annaðkvøld. Sum skilst var illgruni um, at annar av hópinum var raktur av korona í ein mun, men eingin er testaður positivt, og dysturin, har ógvuliga nógv er uppá spæl, kann verða spældur í morgin.

Vit dagføra beinleiðis frá øllum dystunum á forsíðu okkara. Vit hava myndir úr Fulgafirði, Norðragøtu og av Tórsvølli. Eftir dystirnar taka vit samanum. Allir dystirnir kunnu síggjast hjá Televarpinum.

Betrideildin 15. (upprunaliga 17) umfar
Hósdagin 06.08

18.00: ÍF - NSÍ
          B36 - TB (ókeypis á Rás 1)

19.00: Víkingur - HB
           EB/Streymur - KÍ

Fríggjadagin 07.08

19.00: AB - Skála


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder