Avgerð er nú tikin um, at fyribils verður allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august.
Hesum boðar FSF frá fyrr í dag.
Støðan vegna koronafarsóttina broytist alla tíðina, og nú hevur Starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allur fótbóltur, undantikið Betri Deildin menn, fyribils verður útsettur frá og við mikudegnum 5. august, og til og við fríggjadagin 14. august.
Harafturat er dysturin í Betri Deildini hjá monnum millum AB og Skála, sum skuldi verða Inni í Vika hósdagin 6. august, fluttur til fríggjadagin 7. august klokkan 19.
FSF boðaði fyrr í dag frá, at eingir áskoðarar sleppa til dyst frá í dag av til og ið 22. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald