Frakland hevði, at síggja til, fult tamarhald á fjórðingsfinaluni í dag móti grannunum úr Týsklandi.
Heilt fram til teir síðstu minuttirnar av dystinum. Tá mistu fraklendingar stevi, og týskarar fingu tikið seg saman og heinta fronsku leiðsluna innaftur.
Tá seks sekund vóru eftir av dystinum fóru fraklendingar frammanfyri við einum máli, skuldu einans megna at halda upp á bóltin til tíðin rann út. Men franska stjørnan, Dika Mem, valdi at royna seg við eini avlevering frameftir, men hon endaði á einum týskara, sum fekk avlevera til unga Renars Uscins, sum javnaði út fyri týskarar.
Javnleikur 29-29 og longd leiktíð.
Viðmerkjarar og áskoðarar trúðu ikki sínum egnu eygum. Tað er óhoyrt, at ein so royndur leikari skuldi gera eitt so stórt mistak í eini so avgerandi løtu.
Tá, móti endanum av dystinum, høvdu fraklandingar mist stevið, og var tað ikki fyri stórspæli hjá franska málverjanum, Vincent Gérard, so høvdu týskarar verið langt frammanfyri.
Týski toppskorarin, Reinars Uscins, er føddur í Lettlandi (Mynd: EPA)
Uscins blómaði
Fyrstu fimm minuttirnar av longdari leiktíð fylgdust londini, og støðan var 32-32, tá liðini skiftu síðu.
Men móti endanum vóru tað týskarar, sum høvdu sálarligu yvirvágina, og eftir nógvan dramatikk við útvísingum og fleiri spælstøðgum, har donsku dómararnir skuldu hyggja eftir støðunum á sjónvarpsskíggjunum, endaði dysturin við 35-34 til Týskland.
Stóri týski spælarin var 22 ára gamli Renars Uscins, sum vísti sína stóru styrki í teimum avgerandi minuttunum móti endanum av dystinum. Gjørdist toppskorari við fleiri avgerandi málum og var púra kaldur, tá brotskøst skuldu takast.
Uscins spælir í TSV Hannover-Burgdorf, er føddur í Lettlandi. Pápi hansara var lettiskur landsliðsleikari.
Au revoir Nikola Karabatic (Mynd: EPA)
Dysturin í dag var tann seinasti hjá manninum, sum leingi var heimsins besti hondbóltsspælari, Nicola Karabatic, sum 40 ára gamal nú gevst uttan at fáa møguleika at vinna heiðursmerki til Fraklands.
Eisini longd leiktíð í morgun
Í fyrsta hondbóltsdystinum í dag var eisini dramatikkur áðrenn Spania tryggjaði sær víðari luttøku í kappingini.
Teir megnaðu ikki at vinna á Egyptalandi í vanligari leiktíð. Dysturin var javnur eftir 60 minuttir, 25-25. Eftir longda leiktíð vann Spania 29-28.
Tveir dystir eru eftir at spæla. Danmark og Svøríki spæla kl. 16.30 og Noreg og Slovenia kl. 20.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald