Í gjár vóru fýra tey fyrstu liðini í eldinum í áttandapartsfinalunum í Champions League. Í kvøld skuldi fýra onnur lið royna seg. Lagt var upp til spennandi áttandapartsfinalur, men hóast spennandi liðini Dortmund og Ajax vístu nøkur góð ting, so vóru Tottenham og Real Madrid bara omaná og eru sera nær við kvartfinaluna.
Tottenham spældi ikki nakran serliga góðan 1. hálvleik á Wembley, og Dortmund var nærri við at leggja seg á odda. Men í 2. hálvleiki vísti Tottenham styrki. Son legði heimaliðið á odda beinanvegin, tá hann hegnisliga setti fótin á eitt gott innlegg frá Jan Verthongen. Belgiski verjuleikarin, sum í dag spældi vongbakkur og spýði undir upphitiningi, kom sjálvur á máltalvuna í 83. minutti. Hetta var eftir eina frálíka framlegging frá Aurier. Dortmund fekk ongantíð takið aftur á dystinum, og heimaliðið fekk eisini 3-0 málið, ið so at siga drepir uppgerðina. Tað var innskfiti Fernando Llorente, ið snittaði eitt hornasparksinnlegg frá Eriksen í málið.
Í Amsterdam vísti heimaliðið aftur, at tað væl kann spæla við ímóti teimum stóru. Við tekniskt góðum fótbólti og ferð gav Ajax trýfaldu meistarunum trupulleikar. Heimaliðið hevði nakrar góðar møguleikar fyri at taka leiðsluna, og í 36. minutti fekk Ajax bóltin í málið eftir eina hornasparksstøðu, men so traðkaði VAR av álvara inn í Champions League. Eftir at dómarin var og hugdi á síðulinjuni, kundi staðfestast at Tadic stóð rangstaddur og órógvaði Courtois, og málið varð kolldømt.
Tað var útiliðið, ið skoraði fyrst. Eftir gott forarbeiði frá Vinicius Junior í vinstru var Karim Benzema ísakaldur. Real Madrid hevði takið á eina løtu, men so svaraði heimaliðið aftur, og tá eitt korter restaði í javnaði Hakim Ziyech eftir frálíkt álop. Men Real vísti kynismu, og í 86. minutti legði Carvajal hart og væl inn fyri, har innskifti Marco Asencio, ið var lívligur, sendi spanska liðið eitt fet víðari fjórðingsfinaluni. Eins og hjá Dortmund var vónbrot í Ajax-leguni.
Ajax - Real Madrid 1-2 (0-0)
Tottenham - Dortmund 3-0 (0-0)
Fótbóltur
Frálíkir sigrar til Tottenham og Real Madrid
Øll seks málini í kvøld komu í 2. hálvleiki. Í London setti Tottenham oddaliðið í Bundesligaini uppá pláss eftir steðgin, og í Amsterdam vóru meistararnir meira kyniskir.
(Mynd: EPA)
2019-02-13 22:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald