Fótbóltur

Frálíkt comeback á Old Trafford

Við 3-2 sigri í dramatiskum dysti tryggjaði United sær trý kærkomin stig og longdi møguliga um tíðina hjá Mourinho.

2018-10-06 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt stórt trýst á United og Mourinho undan dystinum á Old Trafford ímóti Newcastle í kvøld. Bretskir miðlar hava seinastu dagarnar skrivað dúliga  um, at dagarnir hjá portugisiska venjaranum í felagnum eru so gott sum taldir. BBC og Sky Sports hava tó verið úti í dag við tíðindum um, at nógv umtalaði maðurin verður verandi fyri fyrst. Felagið hevur eisini úttalað seg um, at tað ikki er hald í søgunum um eina uppsøgn.

Íhvussu er og ikki; hóast eina góða vælkomst frá áskoðarunum á stóra leikvøllinum so kom United sera illa frá byrjan. Áðrenn tíggju minuttir vóru farnir var 2-0 til Newcastle, ið undan dystinum ongan sigur hevði. Í báðum førum sá verjan, og serliga liðformaðurin á degnum, Ashley Young, ikki gott út.

United royndi at svara aftur, men hóast tveir stórar møguleikar til Rashford og ein til Matic, so sá tað einki út hjá heimaliðnum. Men tjúgu minuttir fyri tíð vendi dysturin. Innskifti Juan Mata sendi eitt fríspark hegnisliga í málið, og so var tað “game on”. Fimm minuttir seinni spældu Anthony Martial og Paul Pogba gott bandaspæl, og staddur til vinstru í brotsteignum smekkaði fyrrnevndi fraklendingurin bóltin í málið til 2-2.

Nú var Old Trafford á gosi, og liðið hjá Rafa Benitez var á knøunum. Men Newcastle svaraði aftur, og var nær við at leggja seg á odda aftur beinanvegin. Men tað var heimaliðið ið av álvara legði trýst á, og beint sum tíðin fór um teir 90 minuttirnar sendi Young eitt frálíkt innlegg inn ur høgru, og mitt fyri málinum avgjørdi útskeldaði Alexis Sanchez dystin við stútara.

Manchester United er nú nummar 8, órógvið er ikki burtur, men heimalið framdi í kvøld eitt flott comeback, og avgjørdi dystin í “Fergie-time” Newcastle er á næstaftasta plássið.

Manchester United – Newcastle 3-2 (0-2)


Hini úrslitini í dag:

Burnley – Huddersfield 1-1
Crystal Palace – Wolves 0-1
Leicester – Everton 1-2
Tottenham – Cardiff 1-0
Watford – Bournemouth 0-4


Í morgin er oddadystur á Anfield, har Liverpool tekur ímóti City.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder