placeholder
Fótbóltur

Frálíkt føroyskt úrslit í Póllandi

Póllendingar fingu javnað, men fyri føroyingar er talan um ein góðan javnleik; á útivølli móti oddaliðnum í bólkinum.

Tað endaði 1-1 í Lubin í kvøld
(Savnsmynd - Sverri Egholm)

Tað endaði 1-1 í Lubin í kvøld (Savnsmynd - Sverri Egholm)

2018-09-07 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U21-dreingirnir stóðu i kvøld yvirfyri oddaliðnum í bólkinum. Pólland tók ímóti í Lubin, og talan gjørdist um ein sera spennandi dyst, har liðið hjá Eli Hentze megnaði at fáa stig.

Póllendingar settu seg beinanvegin á spælið, og royndu at søkja at føroyska málinum. Men favorittarnir fingu ein hvøkk, tá eitt korter varð leikt. Føroyingar fingu fatur á bóltinum, Jákup Thomsen fekk ein frálíkan bólt uppum verjuna,  tók bóltin elegant niður, trekti inn í brotsteigin úr vinstru og legði bóltin hegnisliga í longra málhornið

Føroyingar hildu fast til hálvleiks, har Karstin Hansen millum annað noyddist at koma við einari frálíkari fótparadu, tá Kowanacki royndi seg úr stuttari fjarstøðu.

Pólland hevði nógvar royndir móti føroyska málinum, meðan føroyingar stríddust sera væl og hóttu uppá umstillingar.

Tá tjúgu minuttir vóru eftir fekk heimaliðið brotsspark. Eins og í dystinum í Føroyum varð tað dømt ímóti Erlendi Magnussyni, og eins og tá skoraði liðformaðurin Kowanacki trygt.

Eftir málið var trýstið framvegis tungt trýst á føroyska málið í løtum, og Karstin hevði nakrar sera góðar bjargingar. Føroyar høvdu ein fínan møguleika at leggja seg á odda aftur, men tað snúði seg um at halda fast og halda stigið heim. Hetta megnaði ungu føroysku mennirnir, ið harvið fingu eitt flott stig við sær heim.

Undan dystinum var Pólland á odda í bólkinum, men fyri aðru ferð í undankappingini hava føroyingar arga polakkarnar; tað endaði 2-2 á Tórsvølli í fjør. Danmark vann 2-0 á Finnlandi, og danir taka harvið oddasessin við hjálp frá Føroyum. 

  
Pólland – Føroyar 1-1(0-1)

0-1 16.min Jákup L. Thomsen
1-1 72.min Dawid Kowanacki(br.)



Føroyska liðið: Karstin Hansen, Ari Olsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Jóannes Kalsø Danielsen - Benjamin Heinesen(`77 Búi Egilsson), Erlendur Magnussen, Betuel Hansen(L) (`58 Jóannes Bjartalíð) , Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen - Jákup L. Thomsen

Venjarar: Eli Hentze og Hegga Samuelsen

Næsti dystur hjá føroyska U21 landsliðnum er á heimavølli móti Litava 12 oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder