
Tey sum eru Gibraltar í sambandi við oyggjaleikir eru sjálvsagt eisini áhugaði í U17 landsliðnum, sum í kvøld spældi finalu í European Open móti Svøríki.
Teir gjørdu tað bragd at vinna 36-29, og harvið settu teir sviar upp á pláss eins og teir hava gjørt við millum annað Noreg og Spania fyrr í kappingini.
Sum vera man vóru fólk á The Arena á Gibraltar, har føroyingar vóru savnaðir, væl nøgd við innsatsin hjá føroyingunum, og onkur pápi var eisini inn í millum. Petur Mittún, sum er forseti í ÍSF, er pápi at Paula Mittún. Hann skoraði seks mál í dystinum í dag.
Sí gleðismyndirnar niðanfyri.
-
Hildur Hermansen (Mynd: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-
(Mynd: Jens Kr. Vang)
-
Høgni Hoydal, mentamálaráðharri og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF (Mynd: Jens Kr. Vang)
-
Elin Heðinsdóttir Mortensen, forkvinna í ÍSF og Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF (Mynd: Jens Kr. Vang)
-
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og Aksel V. Johannsen, løgmaður (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald