Fótbóltur

FSF eisini flutt landskappingardystir hjá HB og Víkingi

Av tí at hálvfinalan í Sarpugerði verður spæld í morgin heldur enn í kvøld, eru NSÍ-HB og B36-Víkingur nú á skránni týsdagin 27. august.

Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen sleppa ikki á vøllin at spæla um finalupláss í kvøld. FSF vil sleppa undan einari støðu, har Eiler Rasmussen møguliga aftur skal blása dyst av í Sarpugerði - eins og í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen sleppa ikki á vøllin at spæla um finalupláss í kvøld. FSF vil sleppa undan einari støðu, har Eiler Rasmussen møguliga aftur skal blása dyst av í Sarpugerði - eins og í juni (Mynd: Sverri Egholm)

2024-08-22 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Veðrið má sær sjálum ráða.

Hetta má enn einaferð staðfestast, skrivar FSF. Fótbóltssambandið er seinnapartin komið við skrivi um tað, sum vit og aðrir miðlar skrivaðu um fyrr í dag: At Víkingur  - HB ikki verður spældur í kvøld kortini men heldur í morgin.

Sí eisini: Hálvfinalan í Sarpugerði útsett eitt samdøgur

Hendan seinna hálvfinalan í steypakappingini varð upprunaliga settur í gongd 19. juni. Nakað gott sumarkvøld í Sarpugerði var hetta tó ikki. Tá komið var til umleið helmingin av seinna hálvleiki, var vindurin øtlaður, og Eiler Rasmussen sá ikki nakra aðra loysn enn at senda liðini í skiftingarrúmini.

Tá var støðan 1-1 í dystinum og 2-1 til HB samanlagt. Í morgin, tá veðrið stendur til at vera betur enn í kvøld, verður byrjað frá 0-0, og liðini skulu spæla í minsta lagi 90 minuttir. Víkingur skal royna at venda 0-1 til finalupláss, meðan HB skal royna at halda fast.

- Í kvøld sær tíverri heldur ikki út til, at tað verður spælandi fyri veður. Tí hevur kappingardeildin hjá FSF bundið um heilan fingur, og avgjørt, at dysturin verður fluttur til í annaðkvøld, fríggjakvøldið klokkan 17:30, skrivar FSF.

Tey bæði fremstu liðini í Betrideildini, har Víkingur er oddalið, skuldu eftir ætlan spæla aftur mánakvøldið. Hesir á pappírinum týðandi og spennandi útidystirnir móti ávikavist B36 og NSÍ eru nú eisini útsettir eitt samdøgur, kunnar FSF um.

- Avleiðingarnar av fluttu hálvfinaluni eru millum annað, at dystirnir í Betrideildini hjá monnum millum NSÍ og HB, og B36 og Víking, sum skuldu verða mánadagin, í staðin verða spældir týsdagin 27. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder