Í juni varð neyðugt at blása dystin av vegna heldur nógvan vind, og nú er seinna hálvfinalan millum HB og Víking aftur flutt.
Hesaferð er tað ikki so langt. Sum in.fo skrivar, hevur Kappingarnevdin hjá Fótbóltssambandinum útsett dystin í eitt samdøgur: Ístaðin fyri at spæla í kvøld klokkan 17.30, verður dysturin bríkslaður í gongd klokkan 17.30 fríggjadagin 23. august.
Hetta er helst fyri at binda um heilan fingur, og so man ikki kemur í líknandi støðu aftur: At Eiler Rasmussen verður noyddur at bríksla av mitt undir dystinum.
Miðalvindurin í Norðragøtu í kvøld fer helst at liggja upp ímóti 15 m/s. Helst eru fleri dystir spælir í líknandi - og verri - líkindum har áður, men tað sær út sum, at FSF ikki tekur nakrar kjansir, nú finalupláss stendur uppá spæl.
Veðrið sær "tryggari út" í morgin, og tískil er avgerð tikin um at útseta dystin. Hetta hevur sum skilst eisini við sær, at dystirnir sum HB og Víkingur í Betrideildini mánadagin - móti ávikavist NSÍ og B36 - verða fluttir til týsdagin 27. august.
HB vann fyrru hálvfinaluna 1-0.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald