Fótbóltur

FSF skipar fyri vetrarkappingum

Sum nakað nýtt, fer FSF í vetur at skipað fyri kappingum á hálvum vølli, bæði fyri gentum og dreingjum, í aldursbólkunum U15, U17 og U18.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-10-19 13:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Vit hava havt ávísar avbjóðingar við FUTSAL, og tí royna vit nú hendan leistin. FUTAL heldur fram fyri aldursbólkarnar U9, U11 og U13, meðan U15, U17 og U18 koma at spæla vetrarappingar, ið verða uttandura, sigur Sunniva Kollslíð, kappingarleiðari hjá FSF.

Sum nakað nýtt, fer Fótbóltssamband Føroya í vetur at skipað fyri kappingum á hálvum vølli. Ætlanin er at hava eini fýra-fimm umfør frá fyrru helt í november og til hálvan februar, skrivar FSF. Kappingarnar verða fyri bæði gentur og dreingir.

Hjá gentum verða tað aldursbólkarnir U15 og U18, ið koma at kappast, og hjá dreingjum verða tað U15 og U17.

Dystirnir verða spældir á hálvum vølli, við 7 leikarum á hvørjum liði. Liðini, ið møta best upp, sleppa at luttaka í finaluumførunum.

FUTSAL

FUTSAL-kappingarnar verða skipaðar eins og undanfarin ár, men hesaferð verður bara kappast í aldursbólkunum U9, U11 og U13 hjá bæði gentum og dreingjum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder