Um hálvan annað mánað fer fótbólturin av álvara á rull aftur. Fyrsta vikuskiftið í mars er stórsteypadysturin hjá monnum á skránni, og eina viku seinni byrjar Betrideildin. Síðani verður spælt mest sum uttan íhald til síðst í oktobur mánað.
Fyri at fáa hetta at koyra er neyðugt við dómarum. Fótbóltssamband Føroya skrivar á heimasíðu sínari, at hvørt vikuskiftið er brúk fyri millum 80 og 90 dómarum og hjálpardómarum til fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum, umframt U21.
Hetta er í samband við grein á fsf.fo, har Lassin Isaksen vísir á, at tað veruliga vanta føroyskir dómarar.
– Vit hava brúk fyri fleiri dómarum, og arbeiða tískil alla tíðina við og kanna ymsar møguleikar, hvussu vit kunnu fáa fleiri dómarar. Tá er gott við dugnaligum og ídnum instruktørum, ið brenna fyri dómarayrkinum.
Samlaða mongdin er ikki nógv meira enn tað 80-90 dómarar. Tískil mugu onkrir dómarar átaka sær at vera partur av tveimum dystum okkurt umfar. Hetta er sjálvandi ikki nøkur ynskistøða hjá Fótbóltssambandinum - og heldur ikki hjá dómarum.
Arbeitt verður tó við at fáa dómarar lagdir aftur. Ítøkiliga í hesum førinum er tað við dómaraskeiðum næstu vikurnar.
– Í løtuni eru ellivu dómarainstruktørar knýttir at FSF, og saman við teimum fara vit næstu vikurnar at skipa fyri dómaraskeiðum kring landið. Ein av fyrst komandi døgunum fara vit at senda innbjóðing til feløgini, og vónandi taka fleiri av hesum møguleika, sigur Lassin Isaksen við fsf.fo.
Dómarainstruktørarnir á fundi í FSF-húsinum (Myndir: fsf.fo)
Longu nú ber til at tekna seg til dómaraskeiðini. Trýst HER, og útfyll teigarnar.
FSF hevur ábyrgdina av at seta dómarar til dystirnir í Betrideildini, í 1. deild og í 2. deild hjá monnum og í U21, og í Betrideildini hjá kvinnum. Restin standa feløgini fyri, tó at "FSF-dómarar" javnan verða nýttir her.
Myndir: fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald