- Vit ynskja alla tíðina, at okkara góðu spælarar skulu gerast upp aftur betri. Tí royna vit nú hesa skipan, sum serliga er fyri tey, ið veruliga ynskja meira við fótbóltinum. Hesi fáa nú møguleikan at samantvinna fótbóltin og miðnámsskúlan, har tað í skúlaskemanum verður gjørt pláss fyri tveimum fótbóltsvenjingum um vikuna, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í FSF.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at sum nakað nýtt verður í fyrsta at bjóða eitt serligt “FSF Úrvalstilboð” bjóða. Hetta verður í fyrsta umfari í samstarvi við Miðnám á Kambsdali.
FSF skrivar, at málbólkurin eru seriøsir spælarar, bæði gentur og dreingir, sum veruliga vilja meira við fótbóltinum. Her verður til dømis hugsað um spælarar, sum koma upp á tal til okkara U17, U19 og U21-landslið.
- Á Kambsdali ynskja vit at skapa góðar karmar kring úrvalsvirksemi. Árini á miðnámi mennast næmingar nógv, bæði mentalt og kropsliga. Verður rætt atborið fáa vit bæði betri næmingar og ítróttarfólk,” sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, við heimasíðuna hjá FSF.
Til skúlaárið 2019/2020 verður “FSF Úrvalstilboðið” í størstan mun latið teimum næmingunum, sum ganga á 1. ári á miðnámsskúla. Møguleiki er tó eisini fyri, at næmingar, sum eru komnir longri við útbúgvingini, kunnu blíva upptiknir. Spælarar, sum ikki ganga á miðnámsskúla, kunnu eisini søkja um upptøku á “FSF Úrvalstilboðnum”.
Til ber at lesa meira á fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald