Fótbóltur

FSF Varpið: - Vit hyggja eftir avrikinum og framgongdini

Ásla Johannesen úr FC Nordsjælland, sum spælir í bestu donsku deildini, gleðir seg nógv til fyrstu uppgávuna í EM-undankappingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-08-29 10:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag klokkan 29. august 17:00 spælir føroyska kvinnulandsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2021. Hann er á Tórsvøllli, og mótstøðuliðið er Wales, sum í løtuni er at finna sum nummar 32 á styrkislistanum hjá FIFA, og har flestu leikararnir spæla í ensku Premier League. 

Sí eisini: John Petersen: - Ætla ikki at renna aftaná í 90 minuttir

Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og hevur síðani fyrireikað seg til hesa uppgávuna. Seinasta venjingin undan dystinum var á skránni á middegi í gjár, og tá fekk FSF Varpið orðið á Áslu Johannesen.

23-ára gamli vinstri vongurin segði millum annað, at liðið er væl brynjað til uppgávuna, og at tann framgongdin ið var í seinnu hálvu í undanfarnu undankapping skal halda fram. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder