Fótbóltssamband Føroya fer í næstum at skipa fyri A-venjaraskeiði. Samstundis verður eisini farið undir eina nýggja venjaraútbúgving, ið verður nevnd “FSF Ungdómsvenjarin”
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Smith Clementsen, ið hevur høvuðsábyrgd av øllum venjaraútbúgvingunum hjá FSF.
Og tað er júst venjaraútbúgvingin hjá FSF, ið sjóneykan verður sett á í FSF Varpinum hesaferð. Fótbóltssamband Føroya hevur eftirmett venjaraútbúgvingina, sum hon hevur verið seinastu árini, og í tí sambandi eru gjørdar nakrar tillagingar, skrivar FSF á heimasíðuni.
Í sendingini greiðir Pætur S. Clementsen eisini frá um A-skeiðið, sum byrjar í juni, og um nýggju venjaraútbúgvingina, ið verður nevnd “FSF Ungdómsvenjarin”. Eisini verður tosað við Atla Gregersen og Christian Høgna Jacobsen, sum báðir eru farnir undir B4-venjaraútbúgvingina.
Sí sendingina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald