Klokkan 19:45 komandi hósdag skal føroyska A-landsliðið við monnum spæla triðja dystin í UEFA Nations League. Hópurin kom saman mánadagin, og í fyrsta umfari er fult fokus á fyrireikingarnar á dystin móti Aserbadjan, áðrenn vit sunnudagin skulu takast við Kosovo.
Undan venjingini fyrrapartin týsdagin fekk FSF Varpið orðið á Viljormur Davidsen, sum ætlar sær øll trý stigini hósdagin, og aftur trý stig sunnudagin. Viljormur greiður eisini frá tí sum hendi í umklæðingarrúminum beint aftaná reyða kortið, sum hann fekk í seinasta Superligadystinum fyri Vejle.
Í løtuni eru umleið 500 atgongumerki eftir til dystin móti Aserbadjan. Pláss er fyri 3.500 áskoðarum kring vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald