ÍF sum mikukvøldið vann á grannafelagnum úr Gøtu og Leirvík hevur nú gjørt sáttmála við leikara, sum er uppvaksin í Víkingi.
Hesum boðar ÍF frá á heimasíðuni.
Talan er um 23 ára gamla gøtumannin Hans Jákup Lervig, sum tó ikki er púra ókendur í reyða búnanum hjá fuglfirðingum.
Hann varð í fjør leigaður til seinnu helvt av kappingarárinum, har tað bleiv til 14 dystir og 4 mál fyri ÍF.
Georges Rouah, formaður í ÍF og Hans Jákup Lervig (Mynd: ÍF)
Sáttmálin við áleyparan er galdandi restina av árinum og fyri 2021, skrivar if.fo.
ÍF liggur á fimta plássið við 13 stigum, og hevur B36 á vitjan í Fuglafirði sunnudagin klokkan 15.
Støðan:
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (17 stig)
3. KÍ (17 stig)
4. B36 (16 stig)
5. ÍF (13 stig)
6. Víkingur (11 stig)
7. EB/Streymur (7 stig)
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig)
10. Skála (1 stig)
9. umfar:
Sunnudagin 21. juni:
TB - AB (15:00)
KÍ - Skála (15:00)
ÍF - B36 (15:00)
EB/Streymur - Víkingur (17:00)
Mánadagin 22. juni:
NSÍ - HB (20:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald