
Kvinnulandsliðið spælir í løtuni avgerandi dyst í HM-undankappingini í Sveis
Fylg við her
Seint seinnpartin eru tríggir dystir í fremstu mansdeildini:
H71 – VÍF
KÍF – Team Klaksvík
Neistin – StÍF
Oddaliðið er favorittur á heimavølli móti StÍF; fyri viku síðani vann Neistin stórt á Skála eftir ein sera góðan 2. hálvleik.
í Hoyvík er spennandi uppgerð, tá føroyameistarin tekur ímóti VÍF, ið hevur ligið heilt ovarliga alt kappingarárið. Heiini liðini hittust eisini seinasta sunnudag, tá H71 vann við tólv málum.Talan verður helst um ein javnari dysti hesuferð dyst.
Í Kollafirði hittast niðastu liðini á stigatalvuni. Bæði liðini vóru á odda í hálvleikinum á útivølli hóskvøldið, KÍF móti Kyndli og Team Klaksvík á Skála, men tey taptu kortini.
Støðan í Okkara-deildini:
Neistin 13 (9 dystir)
VÍF 13 (9 dystir)
Kyndil 12 (10 dystir)
H71 11 (9 dystir)
StÍF 8 (9 dystir)
KÍF 5 (9 dystir)
Team Klaksvík 2 (9 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald