2018-09-19 15:19

Besta mansdeildin fór í gongd um vikuskifti, og longu í kvøld er aftur fult umfar:
VÍF - Kyndil
KÍF - H71
Team Klaksvík - Neistin
H71 og Neistin eru favorittar á útivølli, meðan lagt er upp til tættan dyst í Vestmanna, har klassikarin er á skránni.
Eftir fyrsta umfar hava VÍF, Kyndil og Neistin tvey stig. Føroyameistarin sat yvir í vikuskiftinum, meðan StÍF hevur frí í kvøld.
Allir dystirnir byrja klokkan 20.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald