Ein vánaligur fyrri hálvleikur har eitt sjálvmál og eitt langskot gjørdu, at Aserbadjan var á odda 2-0 í hálvleikinum. Munurin í spælinum og avrikinum var tó størri enn hetta undan steðginum.
Føroyingar komu út við einum verjukendum útgangstøði og komu undir eitt ávíst tryst av heimaliðinum, ið millum annað hevði fleiri innlegg og hornaspørk fyrstu løtuna.
Eftir fjórða hornasparkið fyrsta stóra korterið ruddaði Sonni Ragnar Nattestad burtur við høvdinum, miðvallarin Dimitri Nazarov heilfluktaði av brotsteigarmarkinum, Sonni Ragnar royndi at blokera, men var óheppin, og bólturin fór umvegis hansara fót í málið.
Føroyingarnir royndu at koma inn í dystin, men fingu als ikki spælið at hanga saman í 1.hálvleiki. Aserbadjan vísti aftur kynismu, tá høgri kanturin Mahir Madatov fekk vent væl í millumrúminum og smekkaði so til við vinstra beininum úr smáum 30 metrum. Bólturin fór strúkandi upp í longra málhorn; eitt gott langskot.
Tað gjørdist av álvara niðanbrekka eftir hetta. Restina av hálvleikinum gjørdu føroyingarnir framvegis eina rúgvu av villum. Heimaliðið sá út til at hava fult tamarhald.
Føroyingar gjørdu eina útskifting og broyttu leikskipan í hálvleikinum. Viljormur, ið lendi ill á rygginum í hálvleikinum, varð tikin út og Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn. á vinstra Føroyar spældu nú 4-4-1-1 við Brand Hendriksson beint aftanfyri áleyparanum, Rógva Baldvinsson á vinstra bakki og Odmar Færø fór fram á sentral miðvøllin. Hetta gjørdi beinanvegin mun, og tíðliga í hálvleikinum kom Gilli Rólantsson kom í góða skotstøðu eftir eitt gott álop, men aserbadjanar vóru fyri.
Tað var týðiligur munur á 1. Og 2. hálvleiki. Alveringarnir hjá føroyingunum vóru nógv neyvari, spælið fleyt til tíðir væl og heimliðið var sanniliga ikki so ofta omaná sum í fyrra hálvleiki. Smáar tjúgu minuttir fyri tíð spældi Brandur væl saman við innskifta debutantinum, Jákup Thomsen. Skálvíkingurin skeyt framvið úr spískum, og varð síðani heglaður niður av einum veruleikara. Av einari ella aðrari orsøk, varð ikki dømt brotsspark.
Restina av dystinum hendi ikki so nógv á stóra Baku Olympic Stadium. Aserbadjan søkti ikki so nógv at eftir 2-0 málið, men føroyingarnir góvu tó ikki nógv burtur, og spældu fornuftigt í løtum. Samanlagt var tað tó ikki gott nokk hjá føroyska liðnum fyri at hótta aserbadjanar, ið vóru omaná í kvøld.
Týsdagin spæla Føroyar á Malta. Aserbadjan skal til Kosovo at spæla avgerandi dyst um at koma víðari. Kosovo vann 5-0 á Malta í kvøld.
17.11.2018 – Baku Olympic Stadium
UEFA Nations League, deild D, bólkur 3
Aserbadjan – Føroyar (2-0)
1-0 18.min: Sjálvmál - Sonni Ragnar Nattestad
2-0 28.min: Mahir Madatov
Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø (’73 Árni Frederiksberg), Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen(’46 Kaj Leo í Bartalsstovu) - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint A. Olsen (’63 Jákup L. Thomsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald