Fótbóltur

Futsal: Genturnar hjá Skála og 07 Vestur vunnu gull

Seinastu umførini fyri Gentur U11 og Gentur U13 varð spælt um vikuskiftið. Skála vann í U11; Í U13 vóru tað vágagentur.

U11 genturnar hjá Skála tryggjaðu sær gulliið á heimavølli
(Mynd: fsf.fo)

U11 genturnar hjá Skála tryggjaðu sær gulliið á heimavølli (Mynd: fsf.fo)

2019-02-04 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimta og seinasta umfar í Futsal-kappingunum fyri Gentur U11 og Gentur U13 varð spælt í ítróttarhøllini á Skála um vikuskiftið. Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Hjá Gentur U11 avgjørdi Skála kappingina á heimavølli. Í avgerandi dystinum ímóti  HB a, sum endaði nummar tvey, vann Skála 1-0.

Í kappingini hjá Gentum 13 vann 07 Vestur sannførandi. Heili 15 stig vóru niður til HB, sum fekk silvurheiðirsmerki. 

Les meira og sí fleiri myndir og endaligu støðurnar her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder