Fótbóltur

Fylgið við fjórða Nations League-dystinum á FM1 og Portalinum

Føroyar og Kasakstan fara bæði eftir fyrsta sigrinum og spæla longu klokkan 15.00 føroyska tíð. Klokkan 13 byrjar beinleiðis bloggur á Portalinum, og frá klokkan 14 verður upptakt av Astana Arena at hoyra á FM1.

Venjingin var nakað seinkað í gjár, men føroyingar fingu fyrireikað seg til týðandi dystin. Roknað verður við umleið 10.000 áskoðarum á leikvøllinum, har pláss er fyri eini 30.000. Talan er um graslíki, og takið verður á í kuldanum í kasakiska høvuðsstaðnum, har dysturin byrjar um kvøldið lokala tíð (Mynd: Sverri Egholm)

Venjingin var nakað seinkað í gjár, men føroyingar fingu fyrireikað seg til týðandi dystin. Roknað verður við umleið 10.000 áskoðarum á leikvøllinum, har pláss er fyri eini 30.000. Talan er um graslíki, og takið verður á í kuldanum í kasakiska høvuðsstaðnum, har dysturin byrjar um kvøldið lokala tíð (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-06 11:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): - Vit skulu hava trý stig, um hetta landsliðsvindeygað veruliga skal vera væleydnað.

Hetta er boðskapurin hjá venjara og spælara, sum vit tosaðu við í gjár í sambandi við almennu venjingina á stóra leikvøllinum í Astana.

Sí eisini: 
Eyðun Klakstein: - Skulu vinna í morgin fyri veruliga at vera nøgdir við hesar vikurnar
Poul Kallsberg: - Vit skulu hava trý stig í morgin

Samuel Chukwudi sær bjart upp á dystin móti Kasakstan

Venjingin var nakað seinkað, men føroyingar fingu fyrireikað seg.

Roknað verður við umleið 10.000 áskoðarum á leikvøllinum, har pláss er fyri eini 30.000. Talan er um graslíki, og takið verður á í kuldanum í kasakiska høvuðsstaðnum, har dysturin byrjar um kvøldið lokala tíð.

Myndir: Seinkað føroysk venjing á stóra leikvøllinum í fjarskotna landinum

Portalurin og FM1 vera til staðar á Astana Arena. Vit hava beinleiðis blogg upp til og undir dystinum á Portalinum, har vit dagføra við teksti, myndum og grafikki (livescore). Á FM1 er upptakt frá klokkan 14 føroyska tíð, og Rúni á Reynatrøð sigur frá dystinum.

Lurta eftir FM1 her - ljóð og videosamrøður, umframt samanumtøka aftaná

------

Nations League deild C, bólkur 3
Støðan eftir trý umfør:

1. Slovakia 7 stig
2. Moldova 4 stig
---------------------
3. Føroyar 3 stig
----------------------
4. Kasakstan 1 stig

Í dag, týsdagin 6. oktober

15.00: Kasakstan - Føroyar

19.45: Moldova - Slovakia

Video: Heimligar umstøður hjá klaksvíkinginum í Kasakstan


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder