Porto, Portugal (Portalurin): Á altjóða kvinnudegnum kunnu føroysku hondbóltskvinnurnar so gott sum tryggja sær pláss í triðja endaspælinum á rað.
Til tess er kravið at vinna á Portugal fyri aðru ferð hesa vikuna. Mikukvøldið høvdu bæði liðini torført við at fáa álopið at koyra - Føroyar vóru tað effektivari, stinnari í verjupartinum og og betri í kontraspælinum.
Hoyr samrøður:
Súna K. Hansen: Møguliga trý endaspøl á rað - hevði ikki trúð tað var møguligt fyri nøkrum árum síðani
Vár B. Zachariasen: - Vit skulu bara eftir at vinna aftur móti Portugal
Ársins ítróttanavn: - Vilja til endaspæl hvørt ár og vilja standa okkum betri og betri
Stigið skal lyftast til útidystin, har væntast má, at Portugal fer at koma við meira. Tískil hevur føroyska liðið og venjaratoymið arbeitt við smálútum í millum annað yvirtalsspælinum.
Sí eisini: Bjarta Johansen: Tær kunnu meira enn tær vístu við Tjarnir
Myndir: EM-pláss er uppá spæl í Portugal
![]()
Høllini í Matosinhos har nakrir føroyingar vera í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Lurta á FM1 og fylgið við á Portalinum
Vit eru á staðnum við trimum fólki og hava ymiskt tilfar á tveimum pallum:
- Frá klokkan 15 verður beinleiðis bloggur á Portalinum. Har fylgja vit upphitingini hjá teimum 15-20 føroysku fjepparunum og síðani dystinum sjálvum: Hetta við teksti og myndum
- Beint fyri klokkan 17 situr Pætur Nolsøe klárur við FM1-mikrofonini í Porto útryðuni. Hann fer at siga frá møguliga avgerandi dystinum.
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
- Aftaná hava vit samrøður og ymiska samanumtøku á báðum pallum.
Sí eisini: Á gáttini til enn eitt endaspæl: Landsliðið fyllur meira og meira
------------------------------------------------------
EM-undankapping, bólkur 4
Støðan í bólkinum eftir trý umfør
1. Montenegro 4 stig
2. Føroyar 4 stig
----------------------
3. Portugal 2 stig
4. Ísland 2 stig
Sunnudagin 5. mars - 4. av seks umførum:
17.00: Portugal - Føroyar
(Montenegro og Ísland spæla samstundis)
Topp-tvey koma í øllum førum til EM-endaspælið í desember. Mest sannlikt kemur trý'arin úr hesum bólkinum eisini víðari, tí liðini í so stóran mun taka stig hvør frá øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald