Fýra dystir verða spældir í fremstu ensku fótbóltsdeildini í kvøld.
Á Vicarage Road tekur Watford ímóti oddaliðnum og verandi meistaranum úr Manchester City. Watford hevði eina sera góða byrjan uppá kappingarárið, men eru dragnaðir nógv og hava bert vunnið sær fýra stig seinastu fimm dystirnar. Liðið liggur á 10. plássi í Premier League. Manchester City koyra sum teir gjørdu í fjør, liggja á fremsta plássi, og hava enn ognan dyst tapt. Liðið hevur bert mist stig í tveimum dystum, og eru at meta sum stórfavorittar í flestu dystunum teir spæla. Í kvøld er einki undantak.
Bournemouth tekur ímóti Huddersfield í kvøld. Heimaliðið, sum liggur á 9. plássi, hevur víst framúr álopsspæl í ár, men torførir dystir seinastu vikurnar hevur gjørt, at teir hava tapt fýra dystir á rað. Huddersfield hevði eina sera vánaliga byrjan, og liggja á 17. plássi. Tó hevur felagið seinastu fimm dystirnar vunnið sær 7 av sínum tilsamans 10 stigum.
West Ham og Cardiff fingu bæði tvey eina ringa byrjan til ársins kapping, men hava bæði tvey megnað at vent gongdini. West Ham hevur bert tapt ein av seinastu fimm dystunum, meðan Cardiff, sum av mongu varð mett at verða vánaligasta liðið í Premier League nakrantíð, hevur vunnið tveir av seinastu fimm dystunum.
Brighton and Hove Albion tekur ímóti Crystal Palace í kvøld. Brighton, sum liggur nummar 11 í deildini, hevur yvirraska, og hevur vunnið sær 7 stig seinastu fimm dystirnar. Crystal Palace hevur havt serliga havt trupulleikar við at skora mál í ár, og hetta hevur fært við sær, at liðið liggur á 14. plássi við 12 stigum. Liðið hevur vunnið sær fimm stig seinastu fimm dystirnar.
Dystirnir í kvøld eru hesir:
Kl. 19:45
AFC Bournemouth – Huddersfield Town
Brighton and Hove Albion – Crystal Palace
West Ham – Cardiff City
Kl. 20
Watford – Manchester City
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald