Danmark stillaði upp við b-ketuni, harav bert tríggir vóru við til HM- Hóast hetta er nógv høg góðska á liðnum, ið hevur roynt at spæla við høgari ferð við m.a at seta skjótt í gongd) - Danir vóru ógvuliga effektivir fyrstu løtuna, og serliga hava Jacob Holm og Lasse Andersen givu føorysku verjuni høvuðbrýggj. Síðani eru tó nakrir feilir komnir, og Tórður Guttesen er komin inn í málið, og hann hevur havt nakrar góðar bjargingar. Jóhan á Plógv Hansen skoraði tað fyrsta málið í dystinum; hann hevur saman við teimum flestu spælt allan hálvleikinum.
Føroyska liðið hevur stríðst væl, og eftir eina tunga løtu miðskeiðis í hálvleikinum reistust okkara væl aftur. Føroyar hava seinastu tíggju minuttirnar minka um munin frá sjey til fýra mál, ið harvið er munurin í hálvleikinum. Hetta er meira enn góðkent. Tey 13 málini eru millum annað komin við góðum spælið frá toppskjúttanum Kjartani Johansen, ið smekkaði eitt fríkast í málið, eftir at tíðin var gingin út - Føroyska strikuspælið við Helga Hoydal á odda hevur eisini verið gott.
Belgia er aftanfyri við seks málum í Kroatia, so sum tað sær út nú, er Føroyar beinleiðis víðari til næstu EM-undankapping. Føroyska liðið skal nú royna at halda fram við góðu gongdini frá seinastu minuttunum.
Danmark - Føroyar 17-13
Føroyska liðið frá byrjan:
Nicholas Satchwell - Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð/Jónas G Djurhuus *, Peter Krogh, Rói Berg Hansen
*Verja/álop
Føroysku málskjúttarnir:
Kjartan Johansen 4
Helgi Hildarson Hoydal 3
Jónas Gunnarsson Djurhuus 2 (1)
Peter Krogh 2
Rógvi Dal-Christiansen 1
Rói Berg Hansen 1
Útvísingar:
Peter Krogh, Kjartan Johansen
Dystargongdin:
5.min: 2-2
10.min: 5-3
15.min: 9-5
20.min: 13-6
25.min: 15-9
Hondbóltur
Fýra mál á muni í steðginum
Ein sera sterk seinasta løta hjá Føroyum - serliga í álopsspælinum - ger at føroysku leikararnir kundu fara til hálvleiks við uppreistari pannu.
Mynd: Sverri Egholm
2019-06-16 17:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald