
Lutakastið til fjórðingsfinalunar og hálvfinalurnar í Champions League hevur júst verið í Nyon í Sveis. Líkamikið hvussu tað háttaði seg, fór tað at gerast talan um spenanndi uppgerðir. Tó eru fýra lið, sum kunnu skýrast sum favorittar
Fyrrverandi brasilianski málverjin hjá Inter, Julio Cesar, tók leparnir úr pottinum, og soleiðis síggja 1/4 finalurnar út.
Ajax - Juventus
Liverpool - Porto
Tottenham Hotspur - Manchester City
Manchester United - Barcelona
Fyriuttan Liverpool, byrja favorittarnir í uppgerðunum á útivølli. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 9. og 10. apríl og tær seinnu 16. 0g 17. apríl.
Fyri fyrstu ferð í nøkur varð eisini trekt til hálvfinalurnar, og har verða allarhelst nøkur verulig brak:
Tottenham/City - Ajax/Juventus
United/Barcelona - Liverpool/Porto
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald