Seinastu tvær vikurnar hevur føroyska A-landsliðið havt venjingar fram ímóti seinastu dystunum í Nations League. Talan hevur verið um ein bruttohóp av heimligum leikarum, umframt teimum sum til dagliga spæla í Íslandi. Sjey leikarar, ið hava verið við U21-landsliðnum farnu undankapping, hava vant við.
Eftir venjingina á Tórsvølli í kvøld er greitt, hvørjir 23 leikarir Lars Olsen og Jóannes Jakobsen taka við til Aserbadjan og Malta. 12 útisetar, ið hava verið við í seinastu hópunum, vóru kunngjørdir fyrr í vikuni; nú er navn sett á hinar 11 leikararnar.
Jákup Thomsen, ið seinastu mánaðirnar hevur spælt við FH í Íslandi, er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. 21-ára gamli áleyparin avloysir Finn Justinussen. Finnur er glóðheitur í Næstved, men hevur fingið ein skaða, ið darvar hann so mikið, at hann var noyddur at geva avboð.
Sølvi Vatnhamar er við aftur eftir skaða, og Jóannes Bjartalíð er á A-landsliðnum á øðrum sinni; fyrstu ferð var í mars í fjør. Og so er Árni Frederiksberg aftur á landsliðnum. Nýklækti B36-leikarin hevur ikki verið tøkur til A-landsliðið í longri tíð.
Hópurin
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur M. Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ICE)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur H. Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Árni Frederiksberg, B36
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint A. Olsen, NSÍ
Jákup L. Thomsen, FH (ICE)
Føroyska ferðalagið fer til Aserbadjan týsdagin. Dysturin í høvuðsstaðnum Baku verður leiktur komandi leygardag, 17 november. Dysturin á Malta verður tríggar dagar seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald