Georgia kom á odda 1-0, men var síðani ongantíð á odda aftur. Føroyar høvdu so at siga allan vegin eina trygga leiðslu í sínum fjórða dysti í European Open og vunnu dystum við fimm málum. Harvið hevur føroyska liðið spælt seg víðari sum 1'ari og skal kappast um ovastu plássini í kappingini komandi dagarnar.
Álopsspælið hjá Føroyum var fyri tað mesta heilt gott. Teir í bláum komu til nógvar opnar møguleikar, og hóast teir ikki altíð vóru útnyttaðir, so komu nógv góð mál. Aftur var Elias á Skipagøtu føroyskur toppskjútti, og serliga í 1. hálvleiki gjørdi spælskiparin so at siga sum honum lysti við frálíkum skotum og fríspælingum. Pauli Mittún var eisini sera eyðsýndur í dag við nøkrum sera góðum málum, og hoyvíkingurin spældi eisini aðrar væl upp - millum annað Janus Dam Djurhuus á vinstra vongi sum hevði ein góðan dag.
Føroyska verjuspælið var ikki eins sannførandi sum í undanfarnu dystunum. Í gjár lótu Føroyar bara 11 mál inn ímóti Estlandi. Okkara ungu menn tyktust ikki eins ágangandi og hugsavnaðir í verjustøðu í dag. Pauli Jacobsen í málinum fekk ikki eins nógva hjálp sum í gjár og fyrrpadagin og hevði ikki so nógvar bjargingar, men tó nakrar góðar og umráðandi. Høgi og sterki Nikoloz Kalandaze á vinstra bakki gav føroyingum nógv høvuðbrýggj við sínum kratmiklu skotum og gjøgnumbrotum. Hann hevði 27 mál undan dystinum -eitt færri enn Elias - og var snúningspunktið hjá Georgia, og at mansverja hann seinna partin av 2. hálvleik var við at tálma álopsspælinum.
Goergia mundi tó komið heilt inn í dystin, tá støðan smáar tíggju minuttir fyri tíð gjørdist 23-21 eftir tvey mótálop hjá georgum. Føroyingar fingu tó skjótt sett tingini uppá pláss, og hóast hetta var lakasta avrikið hjá føroyska U17-landsliðnum í kappingini, so vóru nógv góð ting at síggja,og sigurin var uppiborin. Norra og Ísrael spældu samstundis við síðuna av, og tepri norski sigurin hevur við sær, at Norra og Spania spæla um 2. plássið og víðari luttøku millum tey bestu seinni í dag. Føroyar spæla ímóti Ísrael klokkan 15.30 - hesin dysturin hevur ongan týdning fyri endastøðuna í bólkinum
European Open - 4. umfar í bólki C
03.07 - Valhalla Sportshall, Gøteborg
Føroyar - Georgia 28-23 (16-11)
Føroysku málskjúttarnir:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 mál
Pauli Mittún 7 mál
Janus Dam Djurhuus 5
Bogi Hansen 3
Viktor Gaini 2
Hákun West av Teigum 1
Hondbóltur
Fýra útav fýra møguligum føroyskum sigrum í Gøteborg
Okkara U17-menn vóru aftur omaná í morgun og hava nú tryggjað sær fyrsta plássið í bólkinum undan seinasta dystinum.
Føroyingarnir, her í dysti ímóti Estlandi í gjár, vunnu við fimm málum á Georgia fyri løtu síðani (Mynd: Harald Bjørgvin)
2019-07-03 11:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald