Í næstu viku skal HB til Norðurírlands at spæla Europa League dyst móti Glentoran. Dysturin verður leiktur á The Oval í Belfast, og skal spælast á grasvølli.
- Av tí at dysturin skal spælast á grasvølli, eru okkara menn farnir á grasvøllin á Tórsbreyt at fyrireika seg, sigur HB á Facebooksíðuni.
- Fyri okkum hevur tað stóran týdning at vit sleppa at fyrireika okkum á besta hátt, og vit takka fyri tað vælvild sum Tórshavnar kommuna hevur víst okkum í hesum sambandi, skrivar HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald